Føroya Hundaførarafelag hevði leygardagin 02. november 2019 sín árliga aðalfund. Fundurin var hildin í Búnaðarstovuni í Kollafyri. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og gjøgnumgongd av 2019 eisini val av nevndarlimum og tiltakslimum.

Rúni Sundberg Patrusson ið var valdur til orðstýrara og, gjøgnumgekk skránna.Erla á Smið var vald sum skrivari, og Elsa Reinert sum grannskoðari

Fríðhild Debes, forkvinna, greiddi frá gongdini í 2019.

Kassameistari Nelly Haakonardóttir Debes leggi roknskapin fram.

Eingi uppskot um broytingar í viðtøkunum vóru innkomin.

Limagjaldi fyri 2021 var ásett til at vera tað sama sum í 2020.

Fríðhild, Erla og Brynhyld stóðu fyri afturvalið. Allar høvdu boða nevndini frá, at tær stillaðu uppaftur til nevndarval. Ongin onnur fráboðan um valevnið er latin nevndini, og tí er ikki neyðugt við atkvøðugreiðslu.

Margit og Anna Mai stóðu fyri afturvalið sum eykalimir. Báðar høvdu boða nevndini frá, at tær stillaðu uppaftur til nevndarval. Ongin onnur fráboðan um valevnið er latin nevndini, og tí er ikki neyðugt við atkvøðugreiðslu.

Roknskapurin fyri 2019 var góðkendur av aðalfundinum.

Nýggja nevndin skipaði seg eftir fundin og sær soleiðis út: Fríðhild Debes, forkvinna. Rúni Sundberg Patrusson, næstformaður . Erla á Smið, nevndarlimur, Brynhild Seloy nevndarlimur Otto Andreasen, nevndarlimur og skrivari . Margit Sørensen , tiltakslimur. Anna Mai Nattestad, tiltakslimur.
Nelly Haakonardóttir Debes er kassameistari.