Á eykaaðalfundi í dag, 29/3-2017, var endaliga samtykt, at tíðin er komin, at uppsiga okkara limaskap í Danmarks civile Hundeførerforening.

Landafrøðiliga frástøðan, gjørdist ein ov stór forðing, og er onki at ivast í, at limir felagsins fáa størri gagn av einum felagið við kappingum og royndum, tillagaðar føroyskum viðurskiftum, heldur enn at muga ferðast til Danmarkar at avgreiða slíkt.

Feløgini skilja tó sum vinir, og góða samstarvið vit seinastu árini hava havt vit fleiri av venjararunum hjá DcH, heldur áfram.

Vit gleða okkum til nýggjar avbjóðingar.
Vegna nevndina

Fríðhild Debes

Forkvinna

Føroya Hundaførarafelag