Rúni Sundberg Patursson vónar, at tað verður stovnað felag fyri mannatevjarar.
Rúni Sundberg Patursson og sjefarahundurin Fidor fingu í 2014 góðkenning á fyrsta stigi í mannatevjan. Í morgun leitaðu teir eftir morgunvertinum
Fimm ára gamli sjefarahundurin, Fidor, er mannatevjari.
Mannatevjari er hundur, ið leitar eftir persóni út frá persónliga luktinum hjá horvna.
Hann sær fyri sær, at hundar og førarar kunnu vera partur av bjargingini, tá leitað verður eftir horvnum persónum.
Alt fleiri ganga í føroysku fjøllunum, ikki minst ferðafólk, og mangan frættist, at fólk villast, sigur Rúni Sundberg Patursson. Tá kundu hundarnir verið góð, sjálvboðin hjálp
Flest allir hundar kunnu læra hetta kynstrið, og í næstum verður skipað fyri skeiði í mannatevjan. Les meira her
Okkara venjingarøki
Tìðindi
- Svanur við Leynavatn1. juli 2024 - 14:21
- Kanska ein av teimum seinastu góðu sporvenjingunum ?18. februar 2024 - 18:06
- Ansa eftir hundinum á nýggjárinum27. desember 2023 - 23:13
- Kom og kappast8. september 2023 - 01:44